Bátarnir hittast út fyri Saltnes fríggjakvøldið kl. 18, meðan kampingbilar/vognar sleppa inná økið kl. 18.30. Ætlanin er enn einaferð at skipa fyri hugna á havnarlagnum í Runavík, har ymisk felagstiltøk verða fyriskipað inni í teltinum, sum verður sett upp á staðnum.
Hini árini hevur hetta eydnast framúr væl, serliga væl í 2009. Og nú vóna fyrireikararnir at tiltakið verður líka væl vitjað sum síðsta ár.
Alt parkeringsøkið við síðuna av teltinum verður sett av til kampingvognar og kampingbilar. Her kunnu kampistar nýta økið. Tó er avmarkað pláss.
Atgongd er til streym bæði til vognarnar og til bátarnar (Tallykey)
Atgongd verður til vatn á økinum, til toilett, og atgongd til brúsu í ítróttarhøllini leygardagin frá kl. 10 til 12.
Nógvur góður tónleikur verður eisini at hoyra, karnivalur at síggja og alt møguligt at uppliva.









