Nú skulu stórar ábøtur gerast á tað vegastrekkið í havn, sum mest ferðsla er eftir.
Men umframt, at nógvir bilar koyra eftir vegnum, er tað samstundis tað økið í Havnini, har einafest fólk er til gongu.
Talan er um vegastrekkið í R.C. Effersøesgøtu, uttanfyri SMS, sum mangna er nevnt ein tann størsta deyðsfellan í ferðsluni í Havnini.
Á hesum lítla vegastrekkinum eru fleiri óhapp hend tey seinastu árini og har hava eisini fólk latið lív.
Og eftir ta seinastu vanlukkuna 15. desember í fjør, tá ið ein óvitagenta læt lív, lovaðu Leivur Hansen, býráðsformaður, at nú skuldi farast undir arbeiðið at bøta um hetta vegastrekkið fyri at gera tað tryggari so at tað vónandi slapst undan fleiri sorgarleikum.
Hann lovaði eisini, at Býráðið fór at gera skjótt av.
Síðani hoyrdist onki aftur, og nú eru fólk so smátt farin at trákkast eftir at nakað skuldi fara at henda.
Men Býráðið kann ikki skuldsetast fyri at leggjast á boðini, tí í farnu viku byrjaði arbeiðið at gera hesar ábøturnar.
Leivur Hansen sigur, at arbeiðið umfatar alt vegastrekkið heilt frá Húsagøtu við gonguteigin yvirum vegin uppi við bankan, líka oman til gonguteigin yvirum vegin, nakað niðanfyri apotekið, har vegurin gongur niðan til Egholmstrøð.
Verður liðugt 1. juni
Arbeiðið skal vera liðugt longu 1. juni og tað fer at kosta góðar tvær milliónir.
Býráðsformaðurin sigur, at arbeiðið er rættiliga umfatandi.
Og millum annað fer tað at føra við sær, at tað verður neyðugt at steingja vegin í tvær vikur í vár.
Tað verður tær báðar síðstu vikurnar í mai mánaða.
Eitt nú skal ein rundkoyring gerast við høvuðsinnkoyringina til SMS og apotekið.
Men harafturat skulu ymsar ábøtur og ferðsluforðingar gerast á øllum vegastrekkinum frá Húsagøtu uppi við bankan, oman til gonguteigin við vegin niðan til Egholmstrøð, niðanfyri Apotekið.
Við vegin niðan til Egholmstrøð skal ein góður, tryggur gonguteigur gerast, sum eisini tey blindu kunnu brúka,
Beint omanfyri rundkoyringina við SMS verður eisini ein gonguteigur, umframt at ein triði verður uppi við bankan.
Hesar ábøtur fara at føra við sær, at tað fer ikki at bera til at koyra so skjótt eftir vegnum.Men hinvegin verður ferðslan nógv tryggari.
Somuleiðis skulu ábøtur eisini gerast á gongubreytirnar.
Marius Muller, tekniskur stjóri hjá býráðnum, sigur, at ætlanin er at gera eina rættiliga breiða oyggj mitt eftir vegnum, so at tað ongastaðni verður meiri enn eitt spor hvønn vegin at koyra eftir.
Í Oynni, mitt eftir vegnum, skal ymiskt plantast og tað skuldi tryggjað, at fólk ikki fara yvir um vegin, har gonguteigarnir ikki eru.
Somuleiðis er ætlanin at gera eina góða gongubreyt, umframt at súklubreyt skal gerast framvið vegnum. Ætlanin er so seinni, at hendan súkklubreytin kann gjøgnumførast niðan á Ítróttarøkið.
Kommunan sjálv stendur fyri arbeiðnum, men hon samstarvar við privat byggifeløg um partar av arbeiðnum.
Annars hevur Verkfrøðingastovan gjørt projektið í samráð við Býráðið.
Marius Muller sigur, at samstundis, sum endamálið er at bøta um sjálva ferðslutrygdina, hevur býráðið lagt stóran dent á at gera økið so vakurt sum tilber.