Bøta bátaumstøður í Vestmanna

Í Vestmanna fara tey at bøta umstøðurnar hjá bátum og campingvognum til Bátastevnuna, sum verður 20. mai

 
Leygardagin 20. mai verð­ur árliga Bátastevnan í Vest­manna, har bátar og smærri før úr øllum Føroyum seta hvørjum øðrum stevnu í Vest­manna. Hetta er fimta árið á rað, at bátastevnan verður hildin í Vestmanna í mai mánaði, og tiltakið hevur verið ógvuliga væl umtókt. Undanfarin ár hava upp í 200 bátar úr øllum landinum sett stevnu í Vestmanna.
Av tí at Bátastevnan í Vest­manna er so væl umtókt, og nógvir bátar vitja, hava fyrireikarnir gjørt av at betra um atløguviðurskiftini. Vest­manna Ítróttarfelag hevur fingið til vega nakrar bátabrúgvar til endamálið, og ætlanin er at leggja bátabrúgvarnar út í bátahylin, soleiðis at mongu bátarnir koma at liggja trygt og væl. Arbeitt verður í løtuni við at gera bátabrúgvarnar klárar.
Eisini verða viðurskiftini hjá teimum nógvu vitjandi campingvognunum betrað. Campingvognarnir fáa avlagt eitt øki við ferjuleguna Inni á Fjørð, og har verður møguligt at fáa vatn og el, umframt at sanitetsviðurskiftini verða góð.
Vestmanna Ítróttarfelag vænt­ar, eins og undanfarin ár, at tiltakið fær minst líka góða undirtøku í ár og bjóðar hervið øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu 2006 í Vestmanna, leygar­dagin 20. mai 2006.