Ábót til pensjónistar - eftir »síðsta útkall«

Oddagrein

Føroysku fólkapensjónistarnir fáa nú 400 krónur meiri um mánaðin. Harafturat kunnu fólkapensjónistar vinna meiri pening, áðrenn viðbótin hjá fólapensjónistunum fer at lækka í stigum. Allur bati bøtir, og sjálvandi fegnast øll um, at fólkapensjónistarnir fáa betri fíggjarlig kor.

Men aftur hesa ferð fáa teir pensjónistar, sum bara fáa fólkapensjón, minst burtur úr hækkingini. Tað er í fínasta lagi og rætt, at pensjónistar skulu hava meiri eftir, tá teir arbeiða. Einki er so súrt sum at arbeiða, og síggja, at pensjónsviðbótin minkar og alt fer í skatti.

Hetta uppskotið er tí eisini kærkomið, men tá tað er sagt, at skulu vit eisini minnast til, at teir flestu pensjónistarnir arbeiða ikki. Summir orka ikki, aðrir eru kanska ov gamlir og í summum førum er kanska einki arbeiði í bygdini ella býnum, har pensjónisturin býr. Men nakrir fáa so gagn burtur úr hesum partinum í uppskoti landsstýrisins.

Skulu allir pensjónistar - og serliga teir, sum bara hava fólkapensjónina at líta á - fáa meiri, so skal annaðhvørt grundupphæddin ella viðbótin fáa nakrar hundrað krónur omaná. Hetta hevði gagnað øllum pensjónistum.

Harafturat eigur Javnaðarflokkurin at taka uppskotið um at prístalsviðgera fólkapesnjónirnar framaftur. Hetta uppskotið feldi landsstýrissamgongan í síðsta mánað. Tá heldi hon eisini uppskotini hjá Javnaðarflokkinum og Helenu Dam á Neystabø í samband við fíggjarlógarviðgerðina at hækka fólkapensjónina tilsamans slakar 30 mió.kr.

Tá kom eingin ábending um, at ætlanin var at bøta støðuna hjá fólkapensjónistunum. Einki er sett av á fíggjarlógini, og kommunurnar fingu eingi boð um, at tær skuldu seta pening av, tí ætlanin var at hækka ella broyta pensjónirnar. Hetta kann koma tvørt fyri hjá fleiri kommunum. Mannagongdin líkist svarta ongum og vísir, at landsstýrið virðir ikki kommunurnar nóg nógv.

Tað er lítið at ivast í, at uppskotini hjá Javnaðarflokkinum og Helenu at hækka pensjónina, og tað at val stendur fyri framman, hava tvingað landsstýrið at koma við eini ábót til fólkapensjónirnar. Eftir veljarakanningunum standa Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin illa í tí. Og tí hava flokkarnir óivað ásannað, at neyðugt var at koma við uppskoti um ábøtur eftir ?síðsta útkall?, sum var tá fíggjarlógin var fyri í desember mánað. Men var uppskotið við tá, hevði lógin víst eitt størri hall og tað hevði heldur ikki gagnað landsstýrissamgonguni.