Bót til Bata er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum, sum eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabbamein. Hesar kvinnur hava fingið upplæring til at veita stuðul, vegleiðing og ráð til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti. Bólkurin hoyrir undir Føroya Felag Móti Krabbameini.
Fyrilestrahaldarar og undirvísarar verða danirnir Mogens Blichert Toft, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, við sergrein í bróstkrabbameini, Carsten Rose, onkologur og yvirlækni á Odense universitetssjúkrahúsi, við sergrein í bróstkrabbameini, og Lis Løfberg, serfrøðingur í bróstprotesum.
16. okt. kl. 19.00 verður almennur fyrilestur á Parnassinum á Hotel Hafnia, har evnið verður Krabbamein í brósti. Øll eru vælkomin.
17. okt. kl. 10.00-13.00 verður undirvísing fyri læknum og røktarstarvsfólkum á Hotel Hafnia, har evni er Krabbamein í brósti. Undirvísingin er í samstarvi við Føroya Læknafelag. Tilmelding hjá Føroya Felag Móti Krabbameini.