Sambært enska blaðnum, The Sun, verður talan íalt um bøtur upp á 1,6 mió kr., ið verða skrivaðar til spælararnar. Størstu bótina av hesum fekk Craig Bellamy, sum skal rinda knappar 900 tkr. fyri hendingina, har hann slerdi eftir John Arne Riise við einum golfstavi.
Hartil skrivar blaðið, at íalt 14 aðrir spælarar fáa bót fyri kvøldið, har fullir spælarar av álvara gjørdu um seg í portugisiska náttarlívinum.
Liverpool er í Portugal, tí liðið skal fyrireika seg til stórdystin í Champions League móti Barcelona. Dysturin verður spældur í annaðkvøld.