Aganevndin hjá Fótbóltssambandinum kom í gjár við sínum úrskurði í málinum um ólógliga pengaflutningin til EB/Streym. Aganevndin hevur dømt EB/Streym eina bót á 400.000 krónur. Bótin skal gjaldast yvir eitt tvey ára skeið – í 2011 og 2012.
Kassameistari útihýstur í 12 ár
Høvuðspersónurin í málinum, ein fyrrverandi kassameistari í felagnum, er útihýstur frá øllum virksemi í føroyskum fótbólti í 12 ár. Núverandi formaðurin og ein nevndarlimur fingu eisini dóm upp á 12 ára útistongsul frá fótbóltsvirksemi, men Aganevndin hevur sett teirra revsing niður til 6 ár. Hetta tí Aganevndin heldur, at Loyvisumsitingin hjá FSF hevur ikki havt fullgott eftirlit við EB/Streymi, og tað eru linnandi umstøður.
Aganevndin tekur ikki støðu til spurningin um altjóða luttøku hjá EB/Streym í ár. Aganevndin sigur, at helmingurin av ólógliga pengaflutninginum var í tí tíðarskeiðnum, tá ið EB/Streymur vann sær rætt til europeiska luttøku í ár, men Aganevndin vísir í hesum parti av málinum til føroysku loyvisnevndina ella loyvisnevndina hjá UEFA.
Aganevndin hjá FSF er mannað við hesum kvinnum: Ingunn Eiriksdóttir, forkvinna, Anni á Hædd, næstforkvinna, og Sissal Kristiansen, nevndarlimur. Avgerðin hjá Aganevndin kann kærast til Yvirkærunevndina.
trondur@sosialurin.fo
Harmur FSF forseti
Christian Andreasen er harmur um støðuna, sum er íkomin.
« Hetta er eitt keðiligt mál fyri føroyskan fótbólt. Í ringasta føri kann hetta koma at fáa óhepnar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt úteftir. Tí er týdningarmikið, at vit viðgerða málið rætt, sigur Christian Andreasen.
EB/Streymur kann kæra dómin til yvirkærunevdina innan fimm dagar.
« Nú skal kærunevndin standa sína roynd, staðfestur Christian Andreasen.
Í úrskurðinum var aganevndin ikki blíð mótvegis loyvisnevndini, sum aganevndin metti ikki hevði gjørt sítt arbeiði til lítar.
«Málið er avgreitt frá okkara síðu. UEFA setur krøv um at eitt nú loyvisnevndin og kærunevndin skulu arbeiða óheft av okkum. Okkara lutur í hesum málinum er avgreiddur, tá vit løgdu tað fram fyri aganevndini, sigur Christian Andreasen.
Loyvisnevndin verður sett fyri tvey ár á gangin á Aðalfundinum hjá FSF.
trondur@sosialurin.fo