Bót fyri vansketni

Petur Karl av Rana í Trongisvági varð í Føroya rætti fyrrapartin dømdur at gjalda 10 túsund krónur í bót fyri vánaliga røkt av neytunum í einum fjósi og fyri at hava lati eitt lamb ganga á trimum beinum í tveir dagar og pínst.

Málið um lambið fekk nógva umrøðu í apríl 2010. Lambið var komið fyri ein bil og breyt annað frambeinið. Petur Karl av Rana, sum átti lambið, kappaði brotna beinið av og lat lambið ganga. Hetta varð meldað. Hann lovaði tá at drepa lambið.

Dagin eftir varð hann aftur meldaður, lovaði at kappa beinið av, men gjørdi tað ikki, fyrr enn politiið fór eftir honum.

Petur Karl av Rana vardi seg við, at hann hevði ætla at finna ærini eitt annað lamb, áðrenn hann drap skadda lambið. Men tað eydnaðist ikki.

Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sum varð avhoyrd sum vitni, var ikki í iva um, at lambið hevði pínst illa.

Hann varð eisini dømdur sekur í ikki at hava farið nóg væl við mjólkneytum sínum, sum stóðu í fjósi hansara í Øravík. Fjósið var í ringum standi, amboðini vóru í ólagi, og neytini stóðu upp um øklarnar í mykju.

Nevnast skal, at síðan myndugleikarnir komu uppí málið um vansketni í fjósinum, hevur Petur Karl av Rana tikið øll neytini av.

Umframt bótina skal Petur Karl av Rana gjalda sakarmálsútreiðslurnar.