Ein maður varð í Føroya rætti í gjár dømdur 4000 krónur í bót fyri ósketni við eldi Teir vóru tveir elektrikarar, sum ein dag fyri meira enn trimum árum síðan arbeiddu í Norðskálatunlinum. Teir settu ljós upp.
Eitt agregat skuldi geva teimum streym, so teir kundu hava arbeiðsljós. Tá agregatið var tómt fyri bensin, fór hesin maðurin eftir meira bensini.Hin maðurin stóð eitt petti burturfrá.
Har vóru tveir dunkar, og tá ið ikki stóð á dunkunum um innihaldið, stoytti hann eitt sindur av løgnum niður á breytina og festi í.
So væl brann, at eldur kom í og breiddi seg.
Maðurin sjálvur mintist lítið og einki frá hendingini. Hann var so skelkaður, segði hann.