Bót fyri ikki at koyra við røttum dekkum

Í Týsklandi skal bilurin verða skøddur eftir umstøðunum um veturin, annars kann bilførarin rokna við eini stórari bót. Í fjør vóru skrásett 130.000 ferðsluóhapp orsakað av at bilførarar ikki koyrdu við røttum dekkum

Frá 1. maj 2006 eru nýggjar reglur komnar í gildi í Týsklandi í sambandi við koyring um veturin. Nú er tað veðrið sum avger, hvussu bilarnir skulu vera skøddir. Reglurnar eru eisini galdandi fyri útlendsk akfør, sum koyra í Týsklandi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Í nýggjastu reglunum stendur at akfarið skal vera skøtt eftir umstøðunum.
Tann sum koyrir á alfara vegi í kava og hálku við summardekkum, kann rokna við eini bót upp á millum 20 og 40 euro, alt eftir hvat viðkomandi hevur verið orsøk til í ferðsluni. Hetta kann eisini geva eitt klipp í koyrikortið.
 
Í 2005 skrásetti týski bilfelagsskapurin ADAC 130.000 ferðsluóhapp orsakað av at bilførarar ikk koyrdu við teimum røttu dekkunum, harav tey 900 óhappini førdu álvarsligar persónskaðar við sær og 30 av teimum kostaðu bilførarunum lívið.
 
Myndugleikarnir rokna við at nýggju reglurnar vónandi koma at broyta hugburðin hjá bilførarum soleiðis, at teir síggja týdningin av at koyra við røttum dekkum, og harvið fer talið á ferðsluóhappum at minka.
 
Stóri munurin á summar- og vetrardekkum er serliga gummiblandingin og tær nógvu lamellurnar í dekkmynstrinum á vetrardekkunum.
 
Í Týsklandi er als ikki loyvt at koyra við píkadekkum.