Ein nýggj lóg í Malawi, sum er í landsynningspartinum av Afrika, sigur, at loyvt er ikki at prumpa í almennum hølum. Løgmálaráðharrin í landinum, George Chaponda, hevur sett eina lóg í verk, sum ger, at fólk, sum prumpa í almennum hølum, fáa bót.
George Chaponda er tó sannførdur um, at skulu fólk fáa bót fyri hetta lógarbrot, skulu tey takast upp á ?feskan gerning?, sum tikið verður til.
Tað skrivar BBC News.
Og so er spurningurin, hvussu feskur ein slíkur ?gerningur? er...
Varaløgmálaráðharrin í Malawi, Anthony Kamanga, er ikki samdur við sínum ráðharra um, hvussu nevnda lóg skal tulkast. Hann heldur tað ikki vera rætt at ?kriminalisera? tað at prumpa.
Tað skrivar BBC News.