Per Møller, sum er stjóri í danska reiðarínum Aquarosa Shipping, skal rinda 6,8 milliónir krónur í bót, tí eitt av skipum hansara hevur koyrt olju og annað burturkast í havið. Tað var ein av maskinmonnunum á skipinum, sum eitur Aquarose, ið gav teimum amerikonsku myndugleikunum upplýsingarnar, sum avdúkaðu dálkingina.
Aquarose er skrásett í Malta, og eitt grikst felag rekur skipið.
Av teimum 6,8 milliónunum, sum amerikanska dómsvaldið hevur dømt Aqaurosa Shipping at rinda, skal felagsskapurin "National Fish & Wildlife Foundation" hava 1,5 millión krónur. Hesin felagsskapurin virkar fyri at rudda ósan Chesapeake Bay í statinum Virginia.
Blaðið The Baltimore Sun skrivar, at maskinmaðurin Salvatore Lopez, sum avdúkaði dálkingina, fær samsýning. Sum skilst kann hann fáa næstan helmingin av bótini hjá reiðarínum í samsýning.