Bót fyri at kland­r­ast um dóttrina

Tað hevur nú kostað trimun fólkum bót, at tey ikki dugdu at tosa fólkaliga saman um eitt lítið barn, men ístaðin fóru at skeldast.

Talan var um eitt par, sum var farið frá hvørjum øðrum. Dótturin var hjá pápanum, men skuldi heim til mammuna um kvøldið.

Tá ið mamman og maðurin, hon nú var forlovað við, kemur eftir dóttrini og hon stolt vísir mammuni, at hon hevur fingið hol í oyruni og oyralokkar, fór alt yvir gevind, tí mamman bleiv í øðini, tí hon vildi ikki, at hon skuldi fáa hol í oyruni og tað visti pápin.

Orð ókst av orðið og tað endaði við at mamman kravdi at fáa nøkur klæði hjá dóttrini, sum lógu inni hjá pápanum.

Pápin noktaðu mammunin og nýggja manninum at fara inn í húsið, men tey trokaðu seg inn, har skeldaríið helt fram. Tað endaði við, at pápin fór eftir byrsu. Men hann segði, at hon var ikki lødd og tað mótmælti ongin. Pápin sigur, at hann hevði bara byrsuna, men hini bæði siga, at hann hótti við at skjóta.

Tað endaði við, at pápin 10 fimm dagbøtur upp á 200 krónur fyri at loypt alvorligan ótta á mamuna og nýggja mann hennara, men tey bæði fingu so afturfyri fimm dagbøtur í part upp á 200 krónur fyri at hava trokað seg inn á pápan.