Bústjórnin í Fiskavirking kann leiga skip og virki til onnur at reka í tíðini fram til ein endalig loysn verður funnin á framtíðini hjá felagnum.
Ikki fyrr enn fríggjadagin í næstu viku verður greitt, hvussu verður við framtíðini hjá Fiskavirking. Tá verður skiftirættarfundur, har teir báðir fyribilsbústjórarnir, Eyðfinnur Jacobsen og Ingi Højgaard, fara at leggja fram yvirlit yvir ogn og skuld hjá búnum. Á hesum fundi skal varandi bústjórn veljast.
Men tað eru kortini møguleikar fyri, at virksemi kann koma í okkurt virki hjá Fiskavirking og at skipini kunnu sigla. Tað er neyvan hugsandi, at búgvið fer at framleiða, men tað eru kortini møguleikar fyri, at onkur annar kann leiga bæði virki og skip.
Bústjórarnir skulu fáa so nógvar pengar inn sum til ber, og tí er tað ein møguleiki, at teir leiga virki og skip út í tíðini fram til ein endalig loysn verður funnin.
Millum 500 og 700 fólk eru knýtt at flakavirkjunum hjá Faroe Seafood. 100-120 mans eru knýttir at skipunum, 40 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn ? og 12 fólk eru knýtt at virksemi hjá samtakinum uttanlands.
Feløg, sum eiga meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum, eru hesi: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%) , Vátryggingarfélag Íslands hf (19%) , Framtak (17,5%) og Sp/f 29.03.2006 (7,5%).