Bústaðir - við at fara av sporinum!

Politiski leikluturin í ætlanunum hjá Bústaðir

Rósa Samuelsen, Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin og forkvinna í Løgtingsins Trivnaðarnevnd
-----
Landið hevur valt at seta á stovn ein almennan stovn (Bú­staðir), sum við almennum peng­um og hundraðtals milli­ónum krónum skal taka sær av nøkrum ávísum upp­gávum á føroyska bú­stað­armarknaðinum.
Bústaðir skulu fremja bú­staðapolitikk landsins í verki og skipanin er í løtuni løgd til Fíggjarmálaráðið at hava politiskt og faklig eftirlit við.
Tað hvílir tí ein stór ábyrgd á politisku skipanini um at tryggja sær, at tey endamál, sum lagt verður upp til í lóg­ini verða lýst nærri ella út­greinað – hetta áðrenn ein røð av byggjaríum verða sett í verk og tað ikki vendist aftur. Ella skal tað verða upp til stjóran og 3 stýrislimir í Bústaðir at gera av, í einari slíkari umfatandi verkætlan sum hesari, hvørjar visjónir, strategiskar ætlanir og mál stovnurin leggur og fylgir – tað má krevjast ein politisk avkláring, samskipan og semja.

Endamál og lánisløg sambært lógini
Bústaðir/Húsa­láns­grunn­ur­in hevur til endamáls:
- at virka fyri, at øll í Før­oy­u­m skulu hava møgu­leika fyri at útvega sær ein bú­stað
- at tryggja fjølbroytni á bú­staðamarknaðinum
- at stuðla upp undir Veð­ur­lagspolitikk Føroya at minka orkunýtsluna hjá før­oyska býlishópinum
Húsa­lánsgrunnurin kann veita veð­skuldar­lán til set­hús og íbúðir, har enda­­­­mál­ið við lán­unum er at fíggja endurnýgging­ar og um­bygg­ingar, soleiðis at orku­­nýtsl­an minkar.
Húsalánsgrunnurin kann veita veð­­skuldar­lán til íbúða­­feløg og íbúða­­stovn­ar, sum eru skipað sum sjálv­sogn­ar­stovnar ella luta­feløg.
Húsalánsgrunnurin kann einsamallur ella saman við kommunum, feløgum og stovn­um útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lest­rar­býlir.
Húsalánsgrunnurin kann veita realkredittlán at fíggja før­oyskar bústaðir.
Tvs. virksemið hjá grunn­inum fevnir rættuliga breitt.

Ein lukkað skipan
Tað virkar sum um, at stovn­urin Bústaðir er byrjaður at liva sítt egnað lív – óheftur av teimum politisku áhuga­málum, sum lógin leggur upp til og sum muga útgreinast og definerast rætt.

Bústaðartørvurin – mál­bólkar og raðfestingar
Bústaðir hava seinastu tíð­ina boðið borgarunum runt um alt landið møguleikar at skrá­seta seg á ein bíðilista til at leiga íbúðir. Tað virk­ar sum um, at kaos valdar, hvør veruligi tørvurin er, ógreitt er hvørjir málbólkarnir eru og eisini er ógreitt, hvussu stovn­urin raðfestir ymsu um­sóknirnar.
Tað er nakað, sum bend­ir á, at tey fólk, sum hava serligan serligan tørv ikki verða raðfest og tað verða ikki gjørdar nakrar millum­loysnir til tey eldru. Hvat er tørv­urin í ymsu økjunum í mun til tað, sum longu er gjørt av skipanum og tær ætlanir, sum eru á veg á eldraøkinum – hví verður td. Havnin raðfest sum hon verður.
Tað virkar heldur ikki sum um, at Bústaðir planleggja og samskipa arbeiðið við komm­unurnar. Málini ella ymsu umsóknirnar sýnast nú at gerast kastibløka mill­um Bú­staðir og kommunurnar. Í løtuni vita kommunurnar onki um, hvussu farast skal fram og bíða í óvissu.
Útsagnirnar hjá Bústaðir virka ørkymlandi, um, at td. bara ein persónur við luta­kasti kemur á bíðilista, ja so verður møguleiki at leiga eina íbúð í tí kommun­uni. Er tað td. realistiskt, at bara tí ein einstakur persónur er komin á bíðilista hjá Bústað­ir, so fer Bústaðir saman við kommununi í holt við at byggja eina einstaka íbúð til ein persón.
Bústaðir leggja upp til eina umfatandi bygging um alt landið, sum grundleggjandi broytir verandi og komandi húsa­marknað og prís­bygn­að.
Fíggjarmálráðið hevur ikki fakligan førleika sjálvt at meta um endamál og tørv á bústaðarøkinum og tí krevjst ein samskipaður innsast­ur við onnur fakøki.
Málið eigur tí skjótast møgu­ligt at verða tikið upp til politiska viðgerð.