Bústaðir størsta avbjóðingin

Eftir panelfundin á høvuðsstaðarráðstevnuni í gjár fóru borgarstjórarnir á vitjan hjá Victoriu krúnprinsessu, meðan restin av fundarluttaranum høvdu rundborðssamrøður um tær avbjóðingar høvuðsstaðirnir standa yvirfyri.

Semja var um, at høvuðsstaðirnir vóru lokomotivið fyri búskaparligum vøkstri í londunum, og at størsta avbjóðingin var at útvega hóskiligar og bíligar bústaðir til borgararnar, fyri ikki at tálma vøkstrinum.

Somuleiðis var stórur dentur lagdur á ein vælútbygdan infrastruktur, sum gjørdi tað lætt at ferðast millum heimið og arbeiðsplássini, og á at skapa góðar karmar fyri hægri útbúgvingum og gransking.

Í borgarstjórapanelinum sótu f.v. Jón Gnarr, Reykjavik, Sisse Marie Berendt Welling, København, Pekka Sauri, varaborgarstjóri í Helsinki, Sten Nordin, Stockholm, Petri Carlson, Mariehamn, Stian Berger Røsland, Oslo og Heðin Mortensen, Tórshavn.