Bústaðir byggir heima á Sandi

Bústaðir fer nú undir at byggja bústaðir heima á Sandi. Tað skrivar Sands kommuna í dag.

 

Bústaðir og Sands kommuna hava undirskriva eina avtalu, ið inniber, at Bústaðir skal byggja fimm búeindir norðaliga í bygdini. Kommunan hevue keypt eina ogn og selt hana til Bústaðir

 

Kommunan skrivar, at í størstan mun gjørligt skulu lokalar kreftir nýtast til byggingina.

 

Eins og nógva aðra staðni kring um landið, so mangla tað bústaðir heima á Sandi og tað er torført at nøkta tann eftirspurning, sum er eftir staðið at búgva í. Sand kommuna samtykti herfyri at stykkja út á Sandi og nú fer so Bústaðir eisini undir at byggja bústaðir í bygdini.