Eirikur Lindenskov
Ynskir tú eini hús í ávísari stødd, í eini ávísari bygd ella miðskeiðis í Havnini, so ber til at fáa hjálp, um tú ikki sjálvur finnir jústi »tíni« hús á sølulistunum.
Tað er meklaravirkið Húsamekling á Vaglinum í Havn, sum nú er farið undir eina nýggja tænastu.
? Vit hava sæð tørv á slíkari tænastu, tí tað eru nógv fólk, ið leita eftir ávísum húsum - okkurt ávíst stað og í ávísari stødd, sigur Jonhard Dahl-Jacobsen í Húsamekling.
Í sýnisglugganum hjá Húsamekling eru húsini - ella ynskini at síggja, og Johnhard Dahl-Jacobsen sigur, at tey longu hava fingið fleiri fyrispurningar.
Nýggja tiltakið hjá Húsamekling kallast »Bústaðarveiðan«.