Charlotta á Váli Olsen
Valevni fyri Miðflokkin í Suðurstreymi
Sum øllum kunnugt er stórur trupuleiki at fáa tak yvir høvdið í Havnini. Ert tú heppin at fáa eina íbúð/hús, skalt tú gjalda tað hvíta úr eygunum fyri hana, líka mikið um tað er til leigu ella keyp. Hetta gera byggihávar og spekulantar sær dælt av. Enntá grundstykki frá kommununi kost-ar sum eini hálv hús aðra staðir.
Hvussu skulu tey ungu, sum ætla at seta føtur undir egið borð klára at koma upp undan? Fyri tað fysta mugu minst 2 vanligar inntøkur til, helst eyka arbeiði. Hava tey so børn, mugu tey vera ansaði og kostar tað eisini. Alt í alt verður dagligdagurin hjá hesi familju so tungur, at tað bert verður orka til arbeiði og tað neyðugasta í heiminum. Ongin orka til hvønn annan og børnini. Hetta hevur so nógvar syrgiligar fylgjur, at vit áttu at følt okkum skyldugan til at gera nakað við henda trupuleika meðan nakað enn stendur til at bjarga.
Fyri tað fyrsta átti grundstykkjaprísurin ikki at verið so nógv hægri enn í øðrum kommunum. Harnæst skuldi húsalánsgrunnurin ella líknandi stovnur fari og kanna hvørja íbúð og hvørt hús, sum verður bygt ella er til sølu og virðismett tað, og so átti ikki at verið farið stórt út um tann prísin. Soleiðis kundu vit hildið húsaprísunum á einum fólkaligum støði.
Hetta hevði gjørt trivnaðin fyri familjurnar í kommunu okkara nógv betri!