Bústaðartrot: Hvør eigur ábyrgdina?

Fleiri standa uttan bústað

Adriana Arnbjarnardóttir, Kristian Eli Holmsund og tvey ára gamla dóttirin Tamara, sum í Vikuskiftis Sosialinum greiddu frá bústaðarneyðini, sum tey vóru komin í, hava fingið eina leiguíbúð í Klaksvík.

 

 

Les eisini: Ung familja í bústaðarneyð fingið leiguíbúð 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum greiddi Adriana tó frá, at hon er varug við, at nógv verður tosað um bústaðartrot í Føroyum, og at fleiri eru í líkandi støðu, sum hon og familja hennara nú vóru í.

 

 

– Eg veit at Bústaðir byggir íbúðir, og at tað politiskt verður tosað um íbúðarbygging, og tað er ein positiv gongd. Men eg dugi ikki at síggja, hvussu tað skal hjálpa okkum her og nú, segði hon.

 

 

– Eg haldi, at tað er so syrgiligt, at Føroyar ikki kunnu hýsa sínum egnu landsmonnum, staðfesti hon.

 

 

Hon er fleiri ferðir spurd, um hon ikki eigur familju, sum kann veita henni húsrúm, men í hennara føri er tað ikki ein møguleiki.

 

 

Adriana greiðir frá, at hon gjørdi vart við trupulleikan á Facebookbólkinum “Fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í Føroyum”, og har sá hon, at tey vóru triðja barnafamiljan, sum seinastu tvær vikurnar í ráðaloysi hevur gjørt vart við sama trupulleika – tey hava onki at búgva í. Søgan hjá Adrianu, Kristiani Eli og Tamaru er bert ein av fleiri.

 

 

– Tað líkist púrasta ongum, og man øtast við, sigur hon ørkymlað.

 

 

Hon vil fegin varpa ljós á hesa truplu støðuna, sum hon og so mangir aðrir føroyingar eru í.

 

 

– Støðan ávirkar gerandisdagin, humørið og lívsgóðskuna, sigur Adriana Arnbjarnardóttir.