Tað var ein borgarafundur í farnu viku í Nólsoy, sum setti hol á spurningin hvat gerast skal við øll tey húsini, sum standa tóm kring landið, og sum eru ein stórur partur av trupulleikanum við búseting á bygd.
Í hesum førinum helt Heðin Mortensen, at tað hevði verið rímiligt, at húsaeigarar at húsum á bygd, ið ikki verða nýtt, leigaðu síni hús út soleiðis, at møguleiki er hjá serliga ungum fólki at seta búgv uttan fyri miðstaðarøkini, um ynski er til tað.
Borgarstjórin heldur, at alternativið er greitt.
Ber hetta ikki til, so mugu vit bara bera so í bandi, at bústaðarskylda verður ásett fyri viðkomandi øki. Og hetta eigur at verða galdandi fyri alt landið, serliga tá hugsað verður um bygdamenning, segði Heðin Mortensen við Rás2 í gjár.
Hann heldur, at vit eiga at sipa so fyri, at lív kemur aftur í tómu húsini.
Alternativið er, at bygdirnar minka, og húsini standa eftir sum spøkilsishús, og tað skapar onga framtíð.
Heðin Mortensen ásanar, at tað verður trupult at gera nakað við hendan ítøkiliga trupulleikan.
Vit hava tosað um hesi viðurskiftini, bæði í Kommunusamskipan Føroya og í býráðnum, men hetta er ognarviðurskifti, ið pilkast skal við, og tað er ikki bara sum at siga tað. Tá skulu helst løgtingslógi roytast, sigur Heðin Mortensen.
Hann ásannar víðari, at Nólsoy á ongan hátt er í nakrari serstøðu.
Vit kenna til somu støðu her í høvuðsstaðnum, og tað standa fleiri hús tóm í gomlu Havnini, sum mest at kalla bert verða nýtt til summarhús, og tað ætla vit okkum at gera nakað við. Tað er jú eisini talan um tænastur og annað líknandi, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur tað tí verða sannlíkt, at Tórshavnar býráð tá tíðin er komin fer at heita á landsstýrið um at broyta lógirnar soleiðis, at talan kann gerast um bústaðarskyldu í ávísum økjum ella í ávísum førum.
Tað bar ikki til áðrenn evstamark at fáa ina viðmerking frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, sum umsitur kommunu- og lógarmál.








