- Bústaðarprísirnir forða útisetum at flyta heim

Ein góður bústaður til sømiligan prís er ein fortreyt fyri at fáa føroyskar útisetar heimaftur. Tað heldur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum.

Sum støðan er hava útisetar, sum ætla sær heim aftur, tveir møguleikar – og hvørgin er mjúkur.

- Annaðhvørt leiga tey ein kjallara fyri fleiri túsund krónur um mánaðin, har viðurskiftini eru so ótrygg, at tey kunnu verða koyrd á gøtuna at kalla frá degi til dags. Hin møguleikin er at smoyggja eina skuld upp á tvær milliónir krónur um hálsin fyri at byggja ella keypa eini hús í Havn, sigur Andras Róin við Sosialin, sum kom á gøturnar í gjár.

Stjórin í Húsalánsgrunninum vísir á, at tann, sum hevur sett seg í stóra skuld fyri eini hús, er stavnsbundin restina av lívinum, tí møguleikarnir at selja húsini og fáa okkurt minni at búgva í seinni, er sera avmarkaður.

Ein fjølbroyttari bústaðarmarknaður hevur avgerandi týdning í royndunum at fáa fólk aftur til Føroya at búgva.

- Eg ivist ikki í, at prísurin á bústaði ger sítt til at forða fólki frá at flyta heim, sigur Andras Róin, stjóri í Húsalánsgrunninum.

Í ár verður farið undir at byggja 10 til 15 íbúðarblokkar við 150 til 200 íbúðum um alt landi. Næstu árini verða nógvar íbúðir bygdar afturat.