Bústaðarpolitiskt gjøgnumbrot!

Tað hevur sanniliga tikið sína tíð, men nú brast endiliga fyri nev. Lógin um Húsalánsgrunnin verður nú broytt soleiðis, at til ber at fáa bíligari íbúðir og ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, sum so harðliga er brúk fyri.

Sambært uppskotinum, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið eftir semju millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi, verður tað Húsalánsgrunnurin, sum antin sjálvur ella saman við eitt nú kommunum skal fíggja og byggja íbúðir til leigu.
Hetta er av sonnum eitt gjøgnumbrot, sum hevur alstóran sosialan týdning.
Trupulleikarnir á verandi bústaðarmarknað serliga í Havn eru ovurstórir og hava verið tað í áravís. Sethúsaprísirnir eru ovurhøgir, og hóast nýggja leigulóg, so er framvegis vónleyst hjá nógvum bæði yngri og eldri at útvega eina nøktandi íbúð fyri ein prís, sum til ber at gjalda.
Støk og stakir uppihaldarar hava ongan kjans. Lesandi og yngri familjur við børnum hava ongan kjans. Tey eldru sleppa ikki úr sínum ov stóru sethúsum. Einans tey fíggjarliga vælbjargaðu hava møguleika at keypa sethúsini ella íbúðina, tey ynskja.
Avleiðing av hesum er óskipað bústaðarviðurskifti og fólkaflyting – ikki bert úr Havn, men sum oftast eisini av landinum. Hetta síggja vit sum er, og við tí fer alt grundarlagið undir framhaldandi trivnaði og búskaparvøkstri her á landi.
Møguleikarnir saman við Tórshavnar kommunu
Til síðsta býráðsval vísti eg á hesar trupulleikar og eftirlýsti loysn frá landsstýrinum. Tí Tórshavnar kommuna hevur fleiri verkætlanir liggjandi og klárar at seta í verk til tess at fáa fleiri enn 100 bíligar leiguíbúðir og lutaíbúðir eitt nú á Berjabrekku og Óðinshædd.
Við ætlaðu broytingunum ber til saman við Húsalánsgrunninum at koma í gongd, tí einki er at ivast í, at tørvurin á eitt nú bíligum eldraíbúðum, íbúðum til støk og til ungar familjur, sum skulu seta búgv á fyrsta sinni, er nógv størst í Havn.
Meti tó neyðugt, at Húsalánsgrunnurin fær størri játtan, tí við bert 350 mió kr. í skjáttuni verður tað avmarkað tal av íbúðum, ið til ber at byggja.
Tó, fyri kortum hevði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, uppskot frammi um, at kommunan langtíðarleigaði grundøki heldur enn at selja tey, so at byggikostnaðurin kundi lækkast, og at leiguprísurin lækkaði samsvarandi. Tað er vert at arbeiða víðari við hesum møguleika í sambandi við byggiverkætlanir, sum Húsalánsgrunnurin og kommunan ella íbúðafeløg koma at standa fyri.
Nú er at vóna, at løgtingið samtykkir uppskotið, tí alneyðugt er at koma víðari, so at øll í Føroyum kunnu fáa ráð til ein bústað. Tí samfelagið hevur brúk fyri øllum.

Halla Samuelsen
Býráðslimur og forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs