Bústaðarpakkin er nú latin Løgtinginum

Bústaðir byggja 200 leiguíbúðir afturat teimum 400, sum eru í gongd

Nú hava landsstýriskvinnurnar Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen latið Løgtinginum lógaruppskotini í bústaðapakkanum hjá landsstýrinum.

 

Landsstýrið hevur arbeitt við einum bústaðapakka við ymiskum átøkum, sum eftir ætlan skulu bøta um støðuna á bústaðamarknaðinum og minka um trotið á bústøðum.

 

- Bústaðartørvurin er stórur, og fleiri bústaðir eru fyritreyt fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa fleiri at leiga út mongu tøku fermetrarnar kring landið til langtíðarleigu. Eisini er neyðugt at økja útboðið við at Bústaðir byggja 200 leiguíbúðir afturat teimum 400, sum eru í gongd. Bústaðarátøkini fara samanlagt at økja talið av leigubústøðum í Føroyum munandi, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

 

 

600 bústaðir mangla enn

 

Landsstýrið sigur, at ein meting er, at okkum tørvar í alt 600 bústaðir aftrat teimum, sum longu eru í gerð ella eru um at vera lidnir. Tað almenna átekur sær við teimum 200 framskundaðu bústøðunum ein triðing av samlaða tørvinum.

 

Bústaðir fara í tøttum samstarvi við privat og kommunur at standa fyri at byggja tær yvir 200 almennu leiguíbúðirnar komandi árini. Hesar íbúðir koma afturat teimum góðu 400 bústøðunum, sum Bústaðir longu eru í ferð við at byggja. Teir 200 framskundaðu bústaðirnar eru eitt av høvuðsmálunum í bústaðarátøkunum hjá landsstýrinum.