Mánadagin verður ein nýggjur bústaðarpolitikkur almannakunngjørdur. Talan er um tann sokallaða bústaðarpakkan, ið dyrgt hevur verið eftir í eitt ár. Samgongan er vorðin samd um innihaldið í pakkanum, men vit onnur mugu til mánadagin at frætta um innihaldið.
Samgongan heldur ikki lítið um seg sjálvan og sín politikk.
-Hetta kann gerast størsta bústaðarpolitiska frambrotið í Føroyum tey seinastu 30 árini, heldur altso Almanna- og heilsumálaráðið sjálvt.










