Bústaðarneyð: Nú má landsstýrið vísa dirvi

Landsstýrið má eisini brúka høvdið, ávarar Arbeiðsgevarafelagið

Í løtuni eru yvir 400 bústaðir í gerð. Og hetta eru bara teir bústaðir, privatar fyritøkur gera, tí so koma allar tær íbúðirnr afturat, sum Bústaðir hava í gerð. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevaragfelag. Og nú samgongan hevur lagt ein bústaðarpakka fram fyri at bøta um bústaðarneyðina, ávarar Arbeiðsgevarafelagið ímóti at fara fram eftir fummum.

 

– Tað er tó týdningarmikið, at eisini at hava høvdið við og ikki bara hjartað, heldur arbeiðsgevarafelagið.

 

 Arbeiðsgevarafelagið heldur, at fer Landsstýrið at seta meiri ferð á íbúðarbygging, má landsstýrið eisini hava dirvi til at siga, hvørjar aðrar almennar verkætlanir skulu útsetast, tí virksemið er so stórt, at tað eigur ikki at veksa, leggja arbeiðsgevararnir afturat.

 

Teir halda, at tað er órógvandi, at alsamt fleiri íløgur verða lagdar uttanfyri fíggjarlógina. Í fjør fingu Bústaðir heimild at lána 250 milliónir at byggja íbúðir fyri og nú fáa Bústaðir so heimild at lána 250 milliónir aftur at.

 

Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á, at sostatt síggjast almennu íløgurnar alsamt í minni mun á fíggjarlógini. Tískil kann landið ikki bara hyggja at íløgukarminum á fíggjarlógini, tá búskaparstýringin verður løgd til rættis.

 

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at setur Landsstýrið enn meira ferð á samfelagið við at byggja fleiri íbúðir, uttan at skerja virksemið aðrastaðni, er tað ikki gagnligt fyri føroyska samfelagið,

 

– Tað er sera umráðandi, at landsstýrið ikki loypir á leistum, men hevur tol til at fyrireika tað, ið ætlanin er at gera. Verða neyðugu fyrireikingarnar ikki verða gjørdar, er stórur vandi fyri, at vit um nøkur ár standa við íbúðarbygging eingin er nøgdur við.

 

Ætlar Landið at uppaftur meira ferð skal setast á bústaðarbyggingina, eigur føroyska byggivinnan at verða tikin við uppá ráð fyri at tryggja, at nakað munagott kann spyrjast burturúr, halda arbeiðsgevararnir.