Tað verður ikki fyrr enn í minsta lagi um hálvtannað, ella tvey ár, at vit fara at síggja tey fyrstu úrslitini av bústaðarpakkanum, samgongan legði fram fríggjarmorgunin.
Tað gjørdi Andras Róin, stjóri í Bústøðum greitt í tíðindunum á FM1. Fríggjamorgunin legði samgongan eina heildarætlan fram við tí endamáli at bøta upp á bráðtørvin á íbúðum. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, segði á FM1, at landsmyndugleikarnir kunnu ikki loysa trupulleikan einsamallir.
– Tað almenna kann gera nakað, men privatar fyritøkur mugu eisini taka sín part av uppgávuni og hon heldur, at hetta er esini fyri at vísa fólki, at tað er vón fyri framman.
Ein høvuðstáttur í heildarloysnini eg at geva Bústøðum fíggjarligar umstøður til at byggja 200 bústaðir aftur at. Men stjórin í Bústøðum ger greitt, at tað verður hvørki í dag, ella í morgin, at sjøtul kemur á at byggja tær íbúðirnar, sum liggja í nýggja bústaðarpakkanum, tí tað tekur tíð at fyrireiki.
Hann sigur, at í besta føri ganga hálvtannað ella tvey ár, til tey fyrstu úrslitini eru at síggja, men tá skal tað fyrireikandi arbeiðið eisini ganga sum eftir ánni.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Eyðgunn Samuelsen og Andras Róin, greiða frá møguleikunum í bústaðarpakkanum hjá samgonguni.