Bústaðarneyðin: Um ein mánað eru nøkur uppskot á borðinum

Men hvørji tey eru er heilt óvist

– Vit hyggja eftir ymsum møguleikum. Men enn er púra óvist, hvørjar møguleikar, vit hava. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum.

 

Tað er ein sannroynd, at bústaðarneyðin er stór í Føroyum og Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað er ein spurningur, tey hava tikið upp.

 

Nú eitt kvøldið boðaði hon frá av sínum eintingum, at eftir hennara tykki eiga vit at fáa ein lista yvir fólk, sum hava bráðneyðugan tørv á bústaði. Tað heldur hon framvegis, men í dag sigur hon, at hon veit ikki um tað ber til at gera ein slíkan lista, men at tey eru í ferð við at kanna, hvørjir møguleikar eru. 

 

Hon sigur, at hetta verður helst ein partur av einum bústaðarpakka, hon, sum landsstýriskvinna í bústaðarmálum, fer at leggja fram um einar tríggjar, fýra vikur.

 

Men landsstýriskvinnan heldur, at fortreytin er, at tey vita, hvussu stórur tørvurin á bústaði í roynd og veru er. Hinvegin ásannar hon at tað er ivingarsamt, hvat ein slíkur listi kann brúkast til, uttan so, at tað er eitt ávíst útboð av íbúðum.

 

Sostatt ætla tey eisini at útvega nágreinilig tøl yvir, hvussu nógvir bústaðir eru í gerð, og verða tøkar hesi næstu árini. Annars er ætlanin við bústaðarpakkanum at fáa nøkur tilmæli um, hvussu trupulleikin við bústaðarneyðini kann loysast.

 

Men, hvørji tey tilmælini kunnu vera, dugir hon ikki at siga. Til dømis kunnu vera ymsar broytingar í leigulógini, sum gera tað lættari at leiga út, men hvørjar broytingar, talan skal vera um, er eisini nakað, ætlanin er at útgreina í bústaðarpakkanum. 

 

Eitt tiltak er longu sett í verk og tað er at gera tað í roynd og veru skattafrítt at leiga út, tí nú eru tær fyrstu 150.000 krónurnar av leiguinntøkunum, skattafríar. Samstundis verða almennar byggiverkaætlanir, sum farast skuldi undir næsta ár, eisini útsett fyri at fáa tøkar handverkarar at byggja bústaðir.

 

– Tað er ikki vist, at einasta loysnin er at byggja fleiri bústaðir, tí vit vita, at nógv hús standa tóm. Tað er ikki ein gongd leið at byggja fram eftir fummum, tí so er vandi fyri, at vit koma at standa við tómum íbúðum og tað er ikki ein ynskilig støða, sigur landsstýriskvinnan. Tí er tað neyðugt, at vit fyrst fáa eina nágreiniliga meting av støðuni, leggur hon afturat.