Føroya Banki fremur nú eisini rentuhækkingar. Frá í morgin er lægsta bústaðarrentan 6,0% Eftir at Tjóðbankin hevur hækkað rentuna, hækka renturnar hjá Føroya Banka eisini. Flestu inn- og útlánsrenturnar hækka við 0,25 prosentstigum. Tó hækkar lægsta bústaðarrentan við 0,5 prosentstigum - úr 5,50 prosentum upp í 6,00 prosent. Rentan á 60-ára konto og Lutakonto hækkar eisini 0,5 prosentstig ? upp í 4,50 prosent.
Renturnar á øðrum innlánum hækka 0,25 prosentstig.










