Eik boðar frá, at bankin nú lækkar lægstu bústaðarlánsrentuna niður í 3,75 prosent
Allir bústaðarlánskundar í Eik fáa nú fyrimun av enn eini rentulækking. Lægsta rentan á bústaðarlánum lækkar við 0,25 prosentstigum, tvs. úr 4,00 prosentum niður í 3,75 prosent.
- Vit laga rentuna til støðuna á føroyska marknaðinum, og hava tí avgjørt at lækka bústaðarrentuna enn meira, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.
Seinast Eik lækkaði rentuna á bústaðarláninum var 15. mai í ár, tá lægsta rentan á bústaðarlánum lækkaði úr 5,25 niður í 4,00 prosent.
Innlánsrentur eru eisini fevndar av rentulækkingini. Rentan á einstøkum innlánskontum lækkar við upp til 0,25 prosentstigum. Yvirlit yvir broytingarnar verður tøkt á heimasíðuni, tá broytingarnar fáa gildi.
Rentulækkingin fær gildi 1. august 2013.









