Hetta er liður í mentanarvikuni, sum verður í Runavík í komandi viku. Bústaðarbygging er ovarliga á føroyska breddanum í løtuni, og í so máta er Runavík einki undantak.
Á fundinum fer borgarstjórin, Hans Jákup Lamhauge, at greiða frá komandi útstykkingum í kommununi, EM Ráðgeving fer at geva góð ráð um hvat man skal hugsa um tá húsini skulu byggjast og fólk frá Føroya Sparikassa greiða frá fíggingarmøgulleikum.Neyðugt er ikki at tekna seg til tiltakið, bara møta upp, siga tey úr Sparikassanum.
Tiltakið byrjar klokkan 20.