Skal fíggjarmálaráðið hava tamarhald á samlaða búskapinum, má búskapurin hjá kommununum liggja undir fíggjarmálaráðnum, sigur Magni Laksáfoss Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er sera vónbrotin av, at kommunurnar hava ikki hildið avtaluna um íløgur og rakstur, sum bleiv gjørd seinasta summar. Tað sigur hann við Kringvarpið.
Eftir avtaluni skuldu tær kommunalu útreiðslurnar vera tær somu í 2008 sum í 2007. Men nú kommunurnar hava lagt fíggjarætlan, vísir tað seg, at íløgurnar eru 122 milliónir krónur hægri, samstundis sum raksturin økist 96 mió. krónur.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær einki gjørt við støðuna, tí kommunurnar eru undir innlendismálaráðnum.
-Tað verður heldur ikki lætt hjá einum nýggjum landsstýrismanni at tálma vøksturin í kommunalu íløgunum og rakstrinum, sigur Magni Laksafoss.