Ruth Vang, Framsókn, at nýtti høvi at tosa um hvussu heitur búskapruin er í løtuni og hvussu umráðandi tað er at forða fyri alt ov stórum sveiggjum í búskapinum.
Hon vísti til tað, sum Búskaparráðið hevur sagt um hesi viðurskiftini. Ráðið mælir til at almennu Føroyar gera tiltøk, sum forða fyri at ferðin á búskapinum verður ov stór.
Ruth Vang segði, at hendan samgongan hevur sett sær fyr iat reka ein meira varisliga politikk, so sveiggini ikki gerast so ógvuslig.
-Og eg rokni við, at samgongan meinar tað. Sveiggini raka munandi harðari her hjá okkum enn hjá londum, sum hava ein búskap sum bæði er størri og sum er øðrvísi samansettur enn okkara, segði Ruth Vang.










