Búskapur og vinna: Hydro keypt aluminiumsvirki

Norsk Hydro hevur keypt týsku aluminiumsfyritøkuna VAW Aluminium.

Prísurin er slakar 20 mia. krónur, og hetta er størsta keyp, sum Hydro hevur gjørt.
Norsk Hydro hevur leingi havt ætlanir um at keypa seg inn í tann almenna partin av norsku oljuvinnuni. At felagið nú hevur keypt týsku aluminiumsfyritøkuna verður tikið sum ein ábending um, at felagið hevur slept teirri fyrru ætlanini.
Aðalstjórin í Norsk Hydro, Eivind Reiten, sigur, at tað nýggja keypið er skilagott og lønandi. Við keypinum er Norsk Hydro størsta aluminiumsfyritøkan í Evropa og ein av teimum størstu í heiminum.