Búskapur og vinna: Bush lovar skattalætta

Undir valstríðnum seinasta heyst lovaði George W. Bush amerikanarum skattalætta, varð hann valdur. Í gjár boðaði hann frá, at hann ætlar sær at halda orð, og tað er ikki eiti á lætti - heilar 11.000 mia. krónur

Demokratarnir søgdu longu undir valstríðnum, at tað var púra burturvið at lova fólki stóran skattalætta, og teir taka heldur ikki undir við talinum, sum forsetin nú hevur nevnt.
Demokratiski leiðarin í Senatinum, Thomas Daschle, sigur, at skattalættin verður eitt bakkast fyri amerikanska búskapin. Daschle heldur, at skattalættin hjá forsetanum er alt ov umfatandi. Sjálvur tekur hann undir við einum lítlum lætta fyri at avmarka ov stórt hall á fíggjarlógini.
Amerikanskir eygleiðarar siga, at stríðið um skattalættan kann fáa stóra ávirkan á valið til umboðsmannatingið. Tað verður í november.