Tað kann raka danska laksaídnaðin sera meint, at danska tollvaldið er komið eftir, at norskir laksaútflytarar falsa útflutningsskjølini. Meginparturin av norska laksinum, sum kemur til Danmarkar, verður virkaður á virkjum í Norðurjútlandi, og har siga fólk, at avdúkingarnar hjá tollvaldinum eru ein bumba undir ídnaðinum.
Umsetningurin hjá donsku laksavirkjunum liggur um tvær mia. krónur um árið, og umleið 1200 fólk arbeiða í hesari vinnuni.
Sambært felagnum hjá donsku matvøruvirkjunum eru avdúkingarnar enn eitt dømi um, at skipanin við minstaprísi á laksi er miseydnað. Stjórin í felagnum, Ole Linnet Juul, heldur tað vera harmiligt, at tey donsku virkini skulu enda sum syndabukkar, tí norskir útflytarar svika við tølunum.