Eins og danir og bretar hava sviar ikki tikið evruna í nýtslu, men svenski forsætisráðharrin, Göran Persson, sigur nú, at fólkaatkvøða verður kanska um spurningin longu næsta ár.
Við svensku tíðindastovuna TT sigur Göran Persson seg vænta, at fólkaatkvøðan verður í 2003, men hann vil ikki seta dag á. Formaðurin í høgraflokkinum Moderatarna hevur skotið upp, at fólkaatkvøðan verður tann 17. november næsta ár.
Meiningakanningar í Svøríki hava víst, at alt fleiri sviar taka undir við, at evran verður gjaldoyra í Svøríki.