Búskaparstøðan í USA verri enn hildið

Kreppan á amerikanska fíggjarmarknaðinum er verri, enn vit hava givið okkum far um, heldur danski búskaparfrøðingurin Jes Asmussen

Tað komu tvinni hugvekjandi tíðindi yvir um Atlantshavið um vikuskiftið. Fyrst boðaði fíggingarfelagið JPMorgan frá, at tað hevði yvirtikið partabrøvini í stórbankanum Bear Stearns við at rinda tveir dollarar fyri hvørt partabrævið, og løtu seinni kunngjørdi amerikanski tjóðbankin, at hann hevði gjørt av at lækka diskontorentuna.

 

-Tað er eingin ivi um, at hetta eru álvarssom tíðindi, sigur leiðandi búskaparfrøðingurin hjá danska Handelsbanken, Jes Asmussen, við Børsen. Hann sigur, at tað tykist, sum at amerikanski tjóðbankin er við at missa tamarhaldið á støðuni, og at hann roynir at loysa hvønn trupulleika fyri seg. Jes Asmussen vísir samstundis á, at amerikanski tjóðbankin hevur gjørt av at lata fíggingarfyritøkurnar læna frá sjálvum tjóðbankanum.

 

-Eitt tílíkt stig hava vit ikki sæð síðani skrædlið í USA í 1930-unum, og tað vísir, hvussu álvarssom støðan er, sigur búskaparfrøðingurin hjá Handilsbankanum við Børsen.