Búskaparráðið leggur í morgun fram hálvárligu frágreiðing sína, og eitt av ráðunum er at áseta tilfeingisgjald á makrelveiðina. Klokkan níggju í morgun legði Búskaparráðið fram hálvárligu frágreiðing sína.
Búskaparráðið sigur millum annað: Tilmælini eru t.d. at flyta ásetingina av fiskidøgum úr politisku skipanini og í staðin geva óheftum stovni uppgávuna av at áseta teir, soleiðis at lívfrøðiliga og búskaparliga fæst sum mest burturúr. Í staðin skal Løgtingið áseta veiðisetning fyri fiskiveiðuna undir Føroyum, t.e. reglugerð fyri, hvussu nógv loyvt ella ráðiligt er at fiska úr fiskastovnum (catch control rule). Løgtingið skal eisini fyri mest týðandi fiskasløgini, sum verða fiskað í føroyskum sjógvi, áseta ætlan, sum orðar mannagongd og tilskilar kravd stig fyri at verja stovnar, verða fiskastovnar so mikið smáir og illa fyri, at vandi er fyri, at teir ikki megna at endurnýggja seg (recovery plan).
Umframt hetta er millum annað tilfeingisgjald á mekrelin við í frágreiðingini.