Búskaparráðið leggur ikki upp fyri minkandi barnatali

Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, er ikki samdur í niðurstøðuni hjá Búskaparráðnum

 

In.fo hevði ein tíðindastubba í gjár, ið var ein partur av frágreiðing frá Búskaparráðnum. Í várfrágreiðing síni vísti Búskaparráðið á, at tað fór at verða stórur tørvur á lærarum fram til 2024, tí nógvir lærarar fóru at fara frá vegna aldur.

 

Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, er ikki heilt samdur við niðurstøðuna, ið Búskaparráðið kemur til. Við Skúlablaðið sigur formaðurin, at sambært tølunum hjá teimum, so er veruliga talið á lærarum, ið fara frá vegna aldur nærri 250 enn 300.

 

Tað svara umleið til ein árgang á læraraskúlanum.

 

Sambært Herálvi Jacobsen, so hevur Búskaparráðið heldur ikki lagt upp fyri, at barnatalið á skúlunum er støðugt lækkandi, so tørvurin á lærarum verður ikki støðugur komandi árini.

 

Hann metir tað verða skilagott, at Fróðskaparsetrið av og á lat verða við at taka árgangir inn á læraraskúlan og í staðin gera eitt átak við at eftirútbúgva lærarar. Tørvurin á eftirútbúgving er ovurhonds stórur, sigur Herálvur Jacobsen, ið heldur, at tað verður raðfest alt ov lágt.

 

Um enn tað kann tykast undrunarvert, at formaðurin í Føroya Lærarafelag mælir til, at Fróðskaparsetri minkar um inntøkuna av læraralesandi, sigur Herálvur Jacobsen, at tey hava ongan áhuga í at útbúgva lærara út í arbeiðsloysi og tað longu eru fleiri lærarar, sum eru arbeiðsleysir.