Búskaparráðið: Inntøkurnar hava svikið

Nýggja Búskaparráðið er komið við síni fyrstu og skerdu útgávu, og har verður staðfest, at inntøkurnar hjá landskassanum hava svikið.

Búskaparráðið vísir á, at inntøkurnar frá skattum og avgjøldum eru í 2012 omanfyri 200 milliónir krónur lægri sammett við fíggjarætlanartøl. Bæði í 2011 og í 2012 vórðu íløgur fyri útvið 100 milliónir krónur fluttar til seinni ár. Hetta hevur hildið hallinum hjá landskassanum niðri hesi árini. Hallið hjá landskassanum kann vaksa aftur, so hvørt sum hesar íløgur verða gjørdar og harvið bókaðar í landsroknskapinum.

- Verandi búskaparpolitikkur er skeivur. Tað er skeivt at skerja almennu útreiðslurnar samstundis sum almennu inntøkurnar minka, sigur Búskaparráðið.

Hoyr samrøðu við Sverra Hansen, formann í Búskaparráðnum: