Búskaparráðið almannakunnger heystfrágreiðing sína á stuttum tíðindafundi mánadagin 3. september.
Fundurin verður hildin í Kaffihúsinum í Vágsbotni mánadagin klokkan 09.00.
Á tíðindafundinum fer Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum, at leggja fram innihaldið í frágreiðingini.
Tað er ásett í lógini fyri Búskaparráðið, at tað ger tvær konjunkturfrágreiðingar árliga. Uppgávan hjá ráðnum er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Landsbanki Føroya røkir skrivarauppgávuna hjá Búskaparráðnum.