Árliga várfrágreiðingin frá Búskaparráðnum bleiv løgd fram í morgun. Búskaparraðið hevur sum uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum geva óhefta ráðgeving hesum viðvíkjandi.
Í framløguni í dag segði Sverri Hansen, formaður, at stóra avbjóðingin hjá føroyska búskapinum næstu árini, verður fíggjarliga haldføri.
Les eisini: Búskaparráðið: Gongur væl í Føroyum í løtuni
Avbjóðingi við skeivu gongdini í fólkasamansetingini hevur við sær, at almenni geirin verður settur meir og meir undir tryst. Serliga verður ein stórur trupulleiki uttanfyri Havnina, har fá fólk flyta til og lutfallið millum teirra, ið eru løntakarar og hava tørv á almennu tænastum og veiting, minkar skjótt. Sverri Hansen vísti í framløgu síni á, at at trupulleikin veksur ikki eins skjótt í Havnini, tí fólkatilflytingin er somikið stór. Hetta hevur við sær
Avbjóðingin er, at í tráð við at munurin millum almennu inntøkurnar og útreiðslurnar veksur, fer tað almenna at hava alsamst størri tørv á inntøkum at halda almenna geiranum uppi. Sverri Hansen sigur, at forskattingin av pensjónunum er viðvirkandi til trupulleikan, tí peningurin, ið kemur inn verður allur brúktur, heldur enn at nýtast til at styrkja haldføri.
Tað eru tekin, ið peika tan rætta vegin. Fólkafráflytingin er minkandi og tilflytingin er veksandi. Tað veksur tó ikki eins skjótt sum aldursbólkurin av fólki, ið fara í eldra aldusbólkin.
Eitt økt fólkatal hevur eisini aðrar avbjóðingar við sær, so sum trýst á bústaðarmarknaðin og almennar tænastur, sum landið má taka sær av, sigur Sverri Hansen