Sagt verður m.a., at búskaparfrøðingar (nevndir búskaparprofetar) og onnur, sum ráðgeva í løtuni, muga ansa eftir, tí tey kunnu tosa eina kreppu til veruleika, og onkur er illur, tí tey, sum úttala seg ikki hava grundarlag fyri at siga tað, sum tey siga. Fortreytirnar fyri at siga tað, sum nøkur siga, kunnu eisini verða ymiskar og geva ymiskar niðurstøður og boðskapir. Trupulleikin er, at vit hava ongan fasitlista at sláa upp í, nakrar meiningar eru rættari enn aðrar, og ongin veit fullkomuliga, hvar vit lenda (nakrir aktørar eru í fríum falli). Men rætt er, at vit skulu ansa eftir, hvat vit siga og argumentera væl – eins og við øllum vit takast við.
Tey, sum eru serliga kritisk yvirfyri teimum, sum siga, hvat er gjørt skeivt og sum royna at spáa um, hvat fer at henda o.a., eru sjálvandi tey, sum eru í vanda fyri missa stórt og ongantíð koma fyri seg aftur fíggjarliga.
Tað er kortini upp á tíðina, at fólk, sum hava eina aðra meining ella hava verið og eru kritisk yvirfyri førda búskaparpolitikkinum hjá landinum, kommununum o.a. sleppa til orðanna. Politisku og vinnuligu fantastarnir og spekulantarnir hava havt frítt spæl at koma við ábyrgdarleysum loysnum og ætlanum, sum onki realbúskaparligt hald eru í – vælstandurin er bjóðaður okkum umvegis lántøku, lønarhækkingar og ivasamt íløguvirksemi. Hesar handlingar eru framdar uttan realbúskaparligt grundarlag, tvs, vinnan ella landið eru ikki vorðin meira effektiv og produktiv seinastu 5 árini – tvørturímóti.
Tí skulu tey, sum hava disponerað ábyrgdarleyst seinastu árini, eisini góðtaka at verða hart kritiserað og skulu eisini standa til svars fyri sínum skilaleysu handlingum.
Hví hava fantastarnir og spekulatarnir í Føroyum ikki ansað eftir við teirra handlingum og virksemi?