Vísandi til samgonguskjalið, løgtingssamtyktina frá okt. 1998, og til uppritið, so er tað ferð eftir ferð sligið fast, at málið hjá landsstýrinum var og framhaldandi er at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki, v.ø.o. loysing. Hesum tekur hesin minnilutin ikki undir við.
Búskaparligu avleiðingarnar av hesi ætlan landsstýrisins liggja í óvissu, tí landsstýrið hevur ikki annað boð enn, at teir ynskja so langa skiftistíð sum gjørligt, umframt eisini kapitalisering og avskriving av skuld. Allar búskaparfrágreiðingar, sum snúgva seg um avleiðingarnar av eini skjótt minkandi ríksiveiting, vísa týðiliga, at vælferðin og livikor føroyinga verða fyri stórum afturstigi. Hetta er ein gongd, sum hesin minnilutin avgjørt vil arbeiða ímóti.
Fullveldisætlanin hevur verið marknaðarførd sum ein verkætlan, ið byggir á nakrar heilt órealistiskar væntanir og vónir um, hvussu bjart alt verður, um bert vit fáa fullveldi. Hetta heldur hesin minnilutin ikki á nakran hátt vera eitt nóg haldgott støði at grunda ein nýggjan búskap á.
Øll tey rættindi og allir teir møguleikar, sum verandi skipan gevur okkum føroyingum sum ein náttúrligur partur av ríkisfelagsskapinum, vil landsstýrið samráða seg fram til at varðveita, eftir at Føroyar hava loyst og eru farnar burtur úr ríkisfelagsskapinum. Hetta er ein vandamikil gongd, sum bert hvílir á danskari vælvild, sum mest minnir um eina biddaragongd. Harafturat vil uppskot landsstýrisins um ábyrgd í Føroyum fyri ávísum málsøkjum, sum Danmark framhaldandi skal umsita, ikki føra til greiðari valds- og ábyrgdarbýti, tvørturímóti.
Tí tekur hesin minnilutin ikki undir við samráðingarupplegginum hjá landsstýrinum og mælir teimum frá at taka upp samráðingar við donsku ríkisstjórnina við hesum grundarlagi.
Minnilutin mælir í staðin til, at samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórnina um eina nýggja skipan millum londini við greiðum valds- og ábyrgdarbýti. Eina skipan, sum greitt gevur Føroya Løgtingi evsta vald í yvirtiknum málum, og har ongar avmarkingar eru fyri, hvørji mál kunnu verða yvirtikin. Hetta ger Føroya Løgting av.
Úrslitið av komandi samráðingum við donsku stjórnina eigur at gera greitt, hvat ríkisfelagsskapurin í framtíðini fer at bera í sær.
Minnilutin viðurkennir, ar ríkisstuðulin er ein týðandi partur av grundarlagnum undir okkara vælferðarskipan, men at arbeiðast skal framhaldandi ímóti búskaparligum sjálvbjargni, har vælferðin verður varðveitt og ment.
Minnilutin vil, at Føroyar sjálvar stinga út í kortið í uttanríkismálum, tá tað ræður um føroysk viðurskifti.
Minnilutin er samdur um, at tíðin er búgvin til broytingar. Hansara boð skal skiljast sum eitt alternativ til uppskotið frá landsstýrinum. Eitt alternativ, sum er ein skipan í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønlandi, har givnir verða møguleikar fyri reellum og ikki bert formellum sjálvstýri í Føroyum, sum verður ment og útbygt í mun til okkara egnu umsitingarligu og fíggjarligu førleikar.
Umboðini í hesum minnilutanum vísa annars hvør í sínum lagi til uppskotini hjá flokkum sínum um, hvussu teir ynskja, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eiga at verða skipað í framtíðini, og sum eru almannakunngjørd Føroya fólki.










