- Støðan hevur verið hættislig í búskapinum, og tað er hon framvegis, sigur Aksel V. Johannesen, sum nú verður fíggjarmálaráðharri. Í samrøðu við Dag & Viku fyri løtu síðan segði Aksel V. Johannesen, sum nú verður landsstýrimaður í fíggjarmálum, at støðan í føroyska búskapinum seinastu árini hevur verið hættislig - og framvegis er hættislig.
Aksel segði, at hann hevur trivist væl í heilsumálaráðnum, og at har eru fitt og dugnalig starvsfólk.
- Tí er tað eitt sindur keðiligt at fara haðani, helt hann fyri.
Um støðuna hjá fólkinum í krepputíðum, segði komandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at fólk eisini skulu kunna liva í Føroyum, tá búskaparliga gongdin er ímóti.
- Her skal eisini vera liviligt í ringum tíðum, legði hann aftrat.
Aksel V. Johannesen segði, at enn er hann ikki útnevndur landsstýrismaður í fíggjarmálum, men at hann nú fer at seta seg inn í tey tingini.