Gordon Ejdesgaard
búskaparfrøðingur
???
Í fimmaranum mikudagin hoyrdu vit m.a annað eitt kjak um fiskivinnu okkara. Talan var m.a. um fyrimunir og vansar við at útflyta rundan fisk til Kina. Eitt áhugavert kjak. Ikki minst tí luttakararnir hava, um nakar, innlit bæði í føroyska fiskivinnu og útflutning av rávøru til Kina. Skal ikki fara í smálutir, men havi bert eina viðmerking til tað principiella í kjakinum.
Journalisturin koma væl frá uppgávuni at byrja við.
Eitt sindur inn í sendingina var nakað av ruðuleika at hóma. Tað kom tíðiliga fram, at menn vóru "ósamdir" um í hvønn mun m.a. ein virðisøking skal takast við í metingina av útflutning av rundum fiski. Og hvar í heila tiki virðisøking skal við í roknistykki.
Vit hoyrdu eitt klassisk dømi um at serfrøðingar kunnu vera ósamdir, men at báðir hava rætt. Útflytarin til Kina hevur púra rætt í at um skiftisavlopi er positivt, er lønsemi í at útflyta fyri virki hansara. Her tosar virkisbúskaparfrøðingurin. Hansara uppgáva er sjálvandi at syrgja fyri at virki gevur yvirskot.
Stjórin á Fiskavirking hinvegin sær tað sum sína uppgávu - eitt sindur løgið kanska - at tað samfelagsbúskaparliga skal hyggjast at roknistykkinum. Men hann helt fast um, at vit skulu hyggja at fiskivinnuni sæð gjøgnum samfelagsbúskaparligan optik. Og hann hugsaði sjálvandi um arbeiðsplássini á landi í hesum føri. Argumentatiónin var eisini vatntøtt.
Men hvør hevur nú rætt vinnulívsmaðurin ella stjórin á Fiskavirking? Svarið er, at báðir hava rætt. Munurin er bert at vinnulívsmaðurin hyggur bert at sínum virki, meðan hetta sjónarmið ikki kann brúkast sum ein heildarmynd av samfelagnum. Høvdu vit havt 40 virkir eins og tað hjá vinnulívsmanninum, var føroyska samfelagið farið á húsagang beinanvegin. Vit hava her tað búskaparliga fyribrygdi:" den atomistiske fejlslutning" ella tað ein í hesum førinum kann nevna eina búskaparliga mismeting. Bert tí tað eina virki kann liva av at útflyta rávøru kunnu ikki øll gera tað sama. So endar galið.
Hetta fyribrigdi kemur ofta fyri tá búskaparfrøðingar tosa um virkisbúskap og tjóðarbúskap. Talan er jú um tvey heilt ymisk øki, og ein kann ikki hugsa sum virkisbúskapfrøðingur, og so ganga ( mulitplicera) upp til tjóðarbúskap. Altso gongur mítt virki væl, gongur eisini væl hjá tjóðini, um øll gera tað sama. Her verður ikki tikið hædd fyri tjóðarbúskapinum, sum er ein annar spurningur. Og eitt heilt annað roknistykki.
Ein góð sending sum fær ein at hugsa um at menn kunnu vera samdir hóast tykjast ósamdir. Hvør hevur rætt á sínum øki. Journalistin kunnu vit nokk ikki deila fyri ikki at hava sett seg inn í ta "atomistisku mismetingina".










