Búskaparkanning

Landsstýrið vil nú hava ein bólk ella eina nevnd at kanna føroyska búskapin fyri at fáa greiðu á skiftistíðini ? onkur hevur nevnt IMF. Sjálvsagt er altíð gott at fáa so nógv tilfar á borðið, sum møguligt, tá ein stór avgerð skal takast. Men spurningurin er, um ikki samgongan við hesum nýggju ætlanum gevur kritikarum av búskaparliga arbeiðnum í samband við Hvítubók rætt í sínum atfinningum.

Vit hava havt ein búskaparpart í Hvítubók, ið ikki var framúr greiður, og landsstýrið hevur fingið atfinningar viðvíkjandi framløguni av hesum arbeiði. Her á hesum stað var millum annað sett spurnartekin við, hví útrokningarnar fyri skiftistíð í Hvítubók ikki vóru styttri enn 15 ár. Andstøðan setti somu spurningar viðvíkjandi skiftistíðarútrokningunum, og sera løgið er, at embætismenn, ið hóast alt eru serfrøðingar á økinum, ikki hava sett spurnartekin við útrokningar, ið hava víst seg at vera nakað burtur frá veruleikanum fyri ikki at siga naivar, nú onkur landstýrismaður hevur nýtt hettar orðið í seinastuni.


Vit hava verið vitni til framløgur kring alt landið, har fólk sóu telduuppvísing við búskapartølum, har fundarfólkið ella rættari sagt áskoðarnir fingu høvi at velja sær eina skiftistíð fyri so at síggja grafar í fleiri litum yvir gjaldsjavna og øðrum. Um hettar arbeiðið var eftirfarandi, so átti at verið skjótt at trýst fýra ár inn í telduna fyri at sæð, á hvørjum støði framtíðar sjálvberandi búskapur Føroya hevði verið á. Nakað annað er so, at gjaldsjavni og handilsjavni, ið ivaleyst verður negativur í ár, ikki eru góð mát fyri landskassans inntøkur, og ynski landstýrisins um búskaparkanningarnevnd er kanska ein ásannan av hesum.


Útyvir at landsstýrið ikki tók kritikkin av búskaparpartinum av Hvítubók til eftirtektar, ella framløguna av hesum, so er enn meira hugstoytt, at sama landsstýri fortelur fólki, at danskarar skulu grundgeva fyri fýra ára skiftistíð. Er hettar ikki heldur løgið, aftan á milliónaupphæddir eru nýttar til kunning og kanning sum liður í fullveldisætlanini?


Ein sjálvberandi búskap fáa vit føroyingar í morgin, um vit vilja, men spurningurin er bert, hvat livistøðið í hesum sjálvberandi búskapi verður. Sjálvberandi búskapur merkir ikki neyðvendigvís við núverandi støði, hóast landsstýrið tykist vera av hesari hugsan. Hettar er eitt sindur óskilligt, tá hugsað verður um, at landstýrismenn hava høvi at ráðføra seg við hópin av óiva dugnaligum búskaparfrøðingum í umsitingini. Hesir høvdu óiva skjótt klárað at roknað út, hvat livistøðið í sjálvberandi føroyska búskapinum hevði verið aftan á eina fýra ára skiftistíð, uttan at IMF ella onkur annar nýtast at vera eftirspurd.


Spurningurin er, um ikki øll gongdin í fullveldisviðgerðini átti at verið endurskoðað í einum metaforiskt sæð edrúiligum ljósi, soleiðis, at borgarin og politikarar til eina og hvørja tíð hava eitt trygt og vælgrundað búskaparligt støði at taka støðu útfrá, óansæð politiskt rák ella búskaparligan móta.