Broytingarnar í lógini um búskapargrunn skulu hava 1.viðgerð í Løgtinginum á fundi í dag klokkan 11.
Broytingarnar snúgva seg um, hvussu stórur partur av avlopinum í landskasssanum skal sendast víðari í búskapargrunnin.
Løgtingið fær eisini svar uppá tveir fyrispurningar í dag - annar um demensætlanina, sum Annika Olsen, Fólkaflokkurin, hevur spurt Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu um - hin er ein spurningur, sum Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, hevur spurt Rigmor Dam, landsstýriskvinnum og snýr seg um útbúgvingini til heilsuhjálparar og heilsurøktarar.
Tingfundurin er sum nevnt klokkan 11.