Búskapargrunnur
Nú ivi er sáddur um, hvussu verður við tí sjálvstýrispakkanum, sum samgongan samtykti herfyri biðjur løgmaður Føroya fólk sissast. Hann viðgongur, at tað verða nøkur viðurskifti, sum man ikki fær forstáilsi fyri og viðspæl frá donsku stjórnini. Mál, sum vit ætla og halda eru náttúrlig at yvirtaka, men sum eftir tí danska stjórnin leggur upp til, mugu bíða til vit taka suverenitetin. Tvs. at tað verður meira í suverenitetspakkanum og minni í yvirtøkurprosessini enn tað vit hava lagt upp til sigur løgmaður og vísir samtíðis til, at tað vil man frá føroyskari síðu so eisini fyrihalda seg til. Og tað er heldur ikki ógjørligt leggur hann aftrat.
-Tað, sum er avgerandi, og tað hevur danski forsætisráðharrin fleiri ferðir váttað, er, at tann fíggjarligi parturin fylgir við hvørjari yvirtøku, sum verður framd. Tvs. at tað vit skulu gera er at yvirtaka og gjalda eitt tað vit kunnu sambart Heimastýrislógina. So eru nøkur ting eftir og tey koma uppí tann pakkan, sum liggur síðst í prosessini, nevniliga suverenitetin.
-Tað eru bert 10 mánaðir til val. Heldur tú tit røkka hesum áðrenn valið?
-Eg vóni vit fáa loyst nøkur av teimum málum, vit hava sett okkum. Eitt er púra givið, og tað er, at blokkurin skal til samráðingar nú, og ætlanin er so eisini at yvirtaka skúlamál og minka blokkin tilsvarandi. Tað skuldi borið væl til, tí tað skulu ikki samráðingar til tað.
-Hvussu við Búskapargrunninum, er hann lagdur á hillina?
-Nei avgjørt ikki. Hann er ikki ein partur í samráðingunum við donsku stjórnina. Lógin um hann kemur í tingið eftir ólavsøku. Vit høvdu hann á borðinum og ætlaðu at koyra hann niðan áðrenn, men vit høvdu ikki fingið ta neyðugu politisku viðgerðina frá hondini.
-Men um tit ikki kunnu koyra blokkpengar í grunnin, um olja ikki verður funnin við tað fyrsta og um gongdin í samfelagnum fer at minka um møguligt yvirskot, hvat skal tá í Búskapargrunnin?
-Hyggur man eftir, hvat blokkurin minkar við fyrsta árið, og hvat verður brúkt úr Búskapargrunninum, so líkjast tey tølini rættiliga nógv. So tað er ikki effektin tað fyrsta árið, sum er avgerandi fyri Búskapargrunnin. Tað er effektin tað 6.,7.,8.,10. og 15. árið, sum er avgerandi.
-Men um danir ikki vilja hava, at tit skulu koyra blokkin í Búskapargrunnin, so kunnu tit væl brúka hann til tey økini hann upprunaliga var ætlaður, og tað, sum so fer í Búskapargrunnin er tað yvirskotið, sum so verður á fíggjarlógini!
-Ja hví ikki júst tað! Tí dugi eg als ikki at síggja, at hetta er nakar trupulleiki. Tað, sum er avgerandi, er tað danski forsætisráðharrin sigur. Hann sigur nevniliga, at blokkurin er ætlaður til nøkur málsøki, og tað hevur verið grundarlagið alla tíðina síðani blokkurin kom. Vit minnast tá Jóannes Eidesgaard fór til Danmarkar sum landsstýrismaður í fíggjarmálum við eini útrokning av livistøðinum í Føroyum, sum var fullkomiliga avvíst frá danskari síðu, tí blokkur til Føroya hevði einki við livistøði at gera. Hann var markaður til nøkur málsøki.
Løgmaður vísir á, at Poul Nyrup Rasmussen herfyri hevði nøkur áhugaverd úttalilsi. Hann segði, at tað vóru tvey element í blokkinum. Annað var sambandi við nøkur málsøki, sambart Heimastýrislógina, sum vórðu yvirtikin. Og so var tað konjunkturjavnarin. Nær hevur blokkurin verið konjunkturjavnaður, og hvat hevði hent undir kreppuni, um blokkurin varð konjunkturjavnaðar - fór blokkurin upp tá spyr løgmaður og svarar, at tað gjørdi hann ikki. Tað hevur eingin regulering verið gjørd í blokkinum síðani hann kom í 1988 við undantaki av 1993, tá pensiónirnar eisini komu inn í hann. Hann er ikki konjunkturjavnaður men er beinleiðis relateraður til nøkur málsøki.
-Lat tað so vera so. Hann kemur eisini at minka eftir tí ferð vit yvirtaka nøkur málsøki sigur løgmaður í viðmerkingini.










